Hesir upplýsingar eru skrásettir í landsfólkayvirlitinum:
1. Persónstal, sum er føðingardagur, -mánaður og –ár, umframt eitt raðtal og eitt eftirlitstal – raðtalið vísir í hvørjari øld ein persónur er føddur.
2. Navn:
Eftirnavn
Fornavn
Kallinavn
Gentunavn
3. Bústaður:
Gøta
Hjá-bústaður
Postsmoga
Húsanummar
Bygd/býur
Postnummar
Land
Bústaðarvernd
Fyrrverandi bústaðir
4. Føðiskráseting:
Føðingarstaður
Føðingardagur
Kyn
5. Dópsdagur, -staður og –myndugleiki
6. Ríkisborgararættur
7. Kirkjustøða (upplýsing um persónur er limur í fólkakirkjuni)
8. Ættarsamband (hjá foreldrum: p-tal hjá børnum – hjá børnum: p-tal faðirs og móðurs)
9. Hjúnastøða og –dagfesting:
Upplýsing um persónurin er: ógiftur, giftur, fráskildur, einkja/einkjumaður ella sundurlisin
Upplýsing um, hvørt persónurin er deyður
Upplýsing um maka, undir hesum p-tal makans
10.Starv (møgulig upplýsing um starv, sum persónurin sjálvur hevur upplýst)
11.Sjálvræði (møgulig upplýsing um, at persónurin hevur mist sjálvræði)
12.Yvirlit yvir allar stovningar og broytingar í upplýsingunum, sum nevndar eru í nr. 1-11 (eisini søguligar upplýsingar).
Vilt tú vita meira um fólkayvirlitið, so ring tlf 358050 millum kl. 10 og 12, ella send okkum ein teldupost lfy@us.fo.